Í mars mánaði í fjør gjørdist Jorge Mario Bergoglio, sum er ættaður úr Argentina, pávi nummar 266 í røðini. Hann tók sær navnið Frans.
Frans pávi hevur verið sera væl umtóktur sum pávi, men sjálvur roknar hann ikki við at liva í langa tíð afturat.
Frans pávi hevur verið á vitjan í Suðurkorea, og umborð á flogfarinum prátaði hann við ein journalist, sum spurdi hann um hansara popularitet.
- Eg royni at hugsa um mínar syndir, míni mistøk og loyvi mær ikki at gerast errin. Tí eg veit, at hetta fer bert at varða í stutta tíð. Um tvey-trý ár fari eg til Harrans hús, segði Frans pávi við journalistin.
Pávin útilokaði heldur ikki, at hann fer sjálvboðin úr embætinumum um eina tíð.
Frans pávi er 77 ára gamal.