Pauli Poulsen: Nøgdir við fyrru hálvu

Ljóðsamrøða frá Rás2: Venjarin hjá Skála fegnast um sigurin ímóti NSÍ og er sum heild nøgdur við fyrru kappingarhálvu

Fótbóltslagið man vera heilt ómetaliga gott á Skála í kvøld. Farna sunnudag vunnu skálamenn 2-1 í Gundadali ímóti HB, og í kvøld gjørdi Skála aftur bart, tá ið NSÍ varð sent heimaftur til Runavíkar við einum tapi á somu siffrum, 2-1. Málini hjá Skála skoraðu Mamuka Toronjadze og Pætur Dam Jacobsen.

 

Venjarin hjá Skála, Pauli Poulsen, fegnast um sigurin ímóti NSÍ, og samanumtikið er hann nøgdur við fyrru kappingarhálvu hjá Skála. Skála er nummar 7 og hevur 16 stig eftir 14 dystir og er fimm stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum kvøldsins vertur í fótbóltssendingini hjá Rás2, Jóna Nicolajsen, gjørdi við Paula Poulsen.