Á Skála eru tey sloppin at smakka ein søtan sigur í kvøld, og tað gevur teimum mót uppá meira til seinnu hálvu av landskappingini.
Pauli Poulsen, høvuðsvenjari hjá Skála duldi ikki, at hansara "insider"-vitan spældi ein lítlan leiklut, tá Skála knógvaði KÍ 2-0 í kvøld. Pauli var fyri stuttum hjálparvenjari hjá KÍ.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Paula Poulsen, sum var í "Triðja Hálvleiki" í kvøld.