Pauli betraði seg

Í kappingini í Berlin var Pál Joensen ikki einasta umboðið fyri Føroyar.

Pauli Ø. Mohr, Mona Simonsen og Sheila millum Garðarnar vóru eisini við í kappingini.

Pauli Ø. Mohr svam 50 metra frísvimjing og í 100 metra frísvimjing. Í 50 metra kappingini setti hann nýtt persónligt met, kom á mál við tíðini 0:23.24 og gjørdist nummar 73. Í 100 metra kappingini setti hann somuleiðis persónligt met við tíðini 0:52.64 og gjørdist nummar 94.

Mona Simonsen svam 800 metra frísvimjing, har hon kom á mál við tíðini 8:59.17 og gjørdist nummar 17. Hon svam eisini 400 metra frísvimjing, har hon gjørdist nummar 33 við tíðini 4:35,76.

Sheila millum Garðarnar svam 50 og 100 metrar frí og gjørdist við sínum tíðum – 0:26.92 og 0:59.15 – nummar 54 og nummar 60.