Føroyar fóru upp í Schengen-samstarvið 25. mars saman við Danmark.
Ein avleiðing av hesum er, at vit ikki skulu vísa pass, tá vit fara um mørkini til londini, sum eru við í hesum samstarvi. Vit skulu tí ikki vísa pass, fara vit til Týsklands, Fraklands, Spania, Belgia ella okkurt annað land, sum er við í Schengen.
Men kortini er tað týdningarmikið at hava passið við á ferðini. Í Schengen-londum verður nevniliga kravt, at vit skulu kunna prógva okkara samleika, verða vit biðin um tað. Og í flestu londunum er passið einasta samleikaprógvið, ið verður góðtikið.
Á flestu hotellum í Evropa er passið einasta samleikaprógv, sum verður góðtikið, tá tú skrivar teg inn sum gestur. Tí kann tað í ringasta føri henda, at tú ikki sleppur at gista á hotellinum, hevur tú ikki pass við.
Eisini kann koma fyri, at løgreglan steðgar tær, meðan tú ferðast í bili í Evropa, og krevur, at tú prógvar tín samleika. Tá er eisini neyðugt at hava passið hjá tær.
Tískil ber til at staðfesta, at tað er eins týdningarmikið at hava pass við á ferðini sum áður, hóast tú ikki longur verður biðin um at sýna pass við marknarliðini. Tað er nú lættari at ferðast um mørkini innan Schengen-økið. Men tú kanst fáa trupulleikar, um tú í eini tilvildarligari støðu ikki kann skjalprógva, hvør tú ert og hvaðani tú kemur.