Tá ið flogfarið hjá Atlantsflogi fór til London í gjár, vóru tað fleiri ferðafólk, sum ikki høvdu síni passviðurskifti ílagi. Bretland er ikki við í Schengen samstarvinum og tí eru serligar reglar galdandi fyri ferðafólk hagar.
Ein regla er, at tá ið farið verður úr Føroyum, skal passið vera gyldugt í minst tríggjar mánaðir frá heimkomudegnum at rokna.
Talan var um 91 ferðafólk, sum skuldu til London í gjár og av teimum vóru tað átta fólk, har passið hevði farið úr gildi áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, eftir at tey koma heimaftur.
Øll ferðafólkini sluppu kortini avstað, tí løgreglan longdi gildi á passinum á staðnum.
Men løgreglan heitir á fólk, sum skulu til Bretlands um at kanna passið og tryggja sær, at tað er í gildi í minst tríggjar mánaðir frá tí, at tey koma heimaftur.
Sumi lond krevja enntá, at passið skal vera gyldugt í minst seks mánaðir eftir, at ferðafólkini eru komin heimaftur, so tað er vert at kann passið gjølliga áðrenn farið verður avstað.
Í hesum førinum í gjár var tað so heppið, at løgregla, sum kundi longja passið, var á flogvøllinum, men tað er ikki altíð so, at løgreglan er til staðar og tí er vandi fyri, at ferðafólk ikki sleppa avstað, hava tey ikki ansað eftir, at passið hevur gildið nóg langt fram í tíðina