Partrolarar havt góðan fiskiskap

Tríggir trolbátar eru norðan fyri, tveir eru á landleiðini, og ætlandi loysa tveir um vikuskiftið.

- Flestu partrolarar eru til fiskiskap, og fiskiskapurin eftir upsa hevur verið góður, tó at hann er minkaður nakað nú. Skipini fáa lítið av hjáveiði.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Lagt verður aftrat, at partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Trý partrolarapør eru á gulllaksaveiði.

 

- Tríggir djúpvatnstrolarar fiska upsa og koma møguliga inn at landa síðst í næstu viku. Ein djúpvatnstrolari fiskar blálongu og stinglaks, og ein er farin til Eysturgrønlands at fiska svartkalva.

 

Tríggir trolbátar eru norðan fyri og fiska tosk, hýsu og nakað av upsa. Trolbátarnir fáa eisini nakað av flatfiski. Væntandi er, at bátarnir koma inn at landa miðskeiðis ella síðst í næstu viku. 

 

- Tveir trolbátar fiska á landleiðini. Annar kemur inn at landa mánadagin, og hin kemur helst síðst í næstu viku. Tveir trolbátar fara væntandi út um vikuskiftið. Teir fara antin á landleiðina ella norður um at fiska tosk og hýsu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at tvey garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap, og eitt garnaskip fiskar havtasku.