Fyri tveimum døgum síðani skrivaðu vit, at ítróttarparkin skuldi hava nýtt navn.
Les eisini: Parkin skal hava nýtt navn
Í dag varð nýggja navnið avdúkað á tíðindafundi í Keypmannahavn.
Nýggja navnið kallast ‘Telia Parken’. Sáttmálin millum Telia og ítróttarparkina er galdandi fyri tey komandi sjey árini.
Kommercielli stjórin í Telia Parkini, Rikke Dræbye Gantzholm, sigur í viðmerking.
- - Parkin er ein identitetur. Tað er tað fyri allar danskarar. Telia hevur víst stóra virðing fyri identitetinum í Parkini. Nakað, sum eisini sæst í nýggja navninum.
Fyrsti dysturin í Telia Parkini verður leiktur tann 26 juli, tá FC Nordsjælland vitjar FC Keypmannahavn.