Parkeringsvørðarnir í Havn skuldu farið í feriu

Skipanin við at geva fólki bót fyri at parkera ólógliga í Havn, eigur at verða sett úr gildi fyribils. Tað hildu fólk á borgarafundi í Havn um parkeringsviðurskiftini.

Tey halda, at til býráðið hevur bøtt um parkeringsmøguleikarnar í Havn, eiga tey at steðga við at geva bøtur.

 

Summi av teimum førdu fram, at tey búðu, ella arbeiða soleiðis fyri, at tað var at kalla ómøguligt at sleppa av við bilin nær í námind av tí, har tey búgva, og tí sleppa tey ikki undan at rinda bøtur, og fólk greiddu frá, at tey høvdu rindað tíggjutúsundals krónur í parkeringsbótum.

 

- Vit føla okkum sum elt veiðidýr, men tað er ómøguligt at renna útum einaferð um tíman at flyta parkeringsskivuna.

 

Í býráðnum eru tey ikki vís í, at tað er nøkur loysn, tí tey halda, at so er vandi fyri, at so verða øll parkeringsplássini tikin til langtíðarparkering, so at ongin annar sleppur framat teimum, enn tey, sum eru fyrst at seta bilin har.

 

Ein áheitan á borgarafundinum á býráðið, var at sleppa øllum øðrum og at brúka 60-70 milliónir upp á at loysa parkeringstrupulleikarnar, alt fyri eitt.

 

Tað halda tey er neyðugt, tí eisini tey parkeringsplássini, har tað er loyvt at standa fyri dagin, eru full, so tann, sum ikki er rættiliga betíðs, fær heldur ikki sett bilin har.

 

Tey vísa á, at býráðið hevur tosað um parkeringsviðurskifti í áratíggjur, men enn er onki gjørt, og tey stúra fyri, at tey koma at bíða í áratíggjur afturat, áðrenn nøkur loysn verður funnin.