Tórshavnar Býráð hevur í kvøld samtykt at munandi broytingar í parkeringsviðurskiftunum í Havnini. Øki, har tað higartil hevur verið óavmarkað parkering, verða nú eisini tíðaravmarkað og samstundis verða yvir 50 nýggj parkeringsøki skipað ymsa staðni í Havnini í allar fyrstu framtíð.
Bæði á Skálatrøð og á parkeringsøkinum á Svínaryggi, sum er í brekkuni niðarliga í Jóannes Paturssonargøtu, hevur verið óavmarkað parkering, men tað verður broytt nú, soleiðis, at á Skálatrøð fer at verða loyvt at parkera í átta tímar og á Svínaryggi fer at verða loyvt at parkera í fýra tímar.
Tað merkir, at nú ber illa til hjá fólki, sum koma í miðbýin til arbeiðis, at parkera á Svínaryggi.
Men Býráðið heldur, at tað er neyðugt at tíðaravmarkað parkeringina fyri at fáa ein støðugan streym av bilum, sum sleppa framat fyri at stimbra handilslívið og lívið annars í miðbýnum.
Hinvegin varð júst hugsað um fólk, sum skuldu til arbeiðis og í fjørðin, tá ið átta tíma avmarking varð sett á Skálatrøð.
Tað er eisini greitt, at hendan avgerðin verður eftirmett um nakrar mánaðir.
Samstundis skulu yvir 50 nýggj parkeringspláss útvegast kring um í Havnini og tað skal verða skjótt.
Eitt nú verða fimm parkeringspláss við Perluna í Tórsgøtu, har parkeringsplássini annars vórðu tikin heilt stutt síðani.
Næstan 30 nýggj parkeringspláss verða í ovara síðu á Havnargøtu og annars verða nýggj parkerinspláss á Bursatanga, í Tórsgøtu, í Vørðsluni, við Skansastovu og tað er eisini ein mguleiki at fáa fleiri parkeringspláss í skúlagarðinum hjá Kommunuskúlanum eftir skúlatíð.









