Tá ið ein pinkutjóð sum Føroyar hugsar um at taka ímóti flóttafólki er talan um eina avbjóðing, hóast vit eru eitt vælferðarsamfelag, so er talan um eina avbjóðing. Og tá er týdningarmikið at tilgongdin ikki fer ov skjótt fram og farið verður fram í stigum. Í løtuni eru vit í ferð við kjakið sum er grundleggjandi og av týdningi fyri at tilgongdin skal hava ein fólkaræðisligan dám.
Tá tosað verður um "útlendingaøkið" í Danmark umfatar hetta natúrligvís útlendingar - flóttar og annars familjusameindir persónar og persónar við arbeiðs- ella lestraruppihaldsloyvi - men eisini eitthvørt sum hevur við útlendingalógina at gera. Allar tær mongu "ændringer på udlændingeområdet" eru t.d. broytingar í útlendingalógini. Útlendingaøkið er eitt eldfimt økið á tí politiska leikpallinum og elvir týtt til nógva uppøsing annars - hetta sæst eisini herheima nú bert ein heil vika er liðin síðan nýggjársrøðu løgmans.
Hvat kjakast verður um er altíð gott at vita. At taka ímóti flóttafólki krevur ávísar løgfrøðisligar karmar, sum ein kann ganga út frá og halda seg til, bæði hjá landi og kommunum. Tá ið talan er um Føroyar, so eru hesir karmar partvíst til staðar. Lógarbroytingar ella, sum tað minsta, tillagingar í okkara útlendingaskipan mugu gerast.
Í kjakinum hevur talan verið um trý boð uppá hvussu hetta skal gerast; 1) at "taka ímóti nøkrum flóttum gjøgnum ST", eisini hevur verið ført fram, at mann burdi kunna tikið ímóti flóttafólkum 2) "eftir avtalu við danskar myndugleikar". Møguliga skal hetta seinna boðið skiljast so, at flóttafólk við donskum asyl-loyvi skulu hýsast í Føroyum, eins og Bornholm t.d. ger tað. Og so hevur eisini verið ført fram, 3) at útlendingaøkið fyrst skal yvirtakast, áðrenn nakað flóttafók verður móttikið. Hesar tríggjar møguleikarnar vil eg ikki nerta stórvegis við her ella raðfesta - tað verður møguliga ein uppgáva fyri føroyskar myndugleikar, men eisini danskar. Men eg vil stutt greiða eitt sindur frá tí sum danska Útlendingastýrið fyrisitingarliga ger á flóttafólkaøkinum, serliga í mun til flóttafólk, sum koma til Danmarkar eftir avtalu við ST og UNHCR. Tað snýr seg høvuðssakliga um tvær paragraffur.
§ 7 - og tey sum koma og banka uppá
Í føroysku útlendingalógini (Anordning nr. 182 af 22/3, 2001) er paragraf 7 eins og hon er tað í donsku útlendingalógini, og umtalar hon møguleika um uppihaldsloyvi um flóttin verður mettur at verða umfataður av ST-flóttafólkasáttmálanum frá 1951. Í Danmark verða umsóknir frá teimum flóttum, sum so at siga banka uppá í Sandholm og persónliga søkja um asyl, stílaðar til málsviðgerð eftir § 7. Hendan málsviðgerðin, sum her byrjar, er umfatandi. Asyldeildin hevur eina deild sum, við síðuna av málsviðgerð, burturav tekur sær av at innheinta vitan um aktuellu støðuna úti í teimum londunum haðani flóttar koma, t.d. verður hetta gjørt við vitjanum úti í heimi og gjøgnum altjóða samstarv, databasur o.líkn.. Hendan vitanin verður brúkt til málsviðgerð, serliga eftir § 7 og herímillum eftirkanning av asylmotivi.
Um avslag verður givið í slíkari málsviðgerð verður málið vanliga automatiskt mett at verða kært og sostatt beint víðari til Flygtningenævnet til nýggja viðgerð. Undir hesi viðgerðini fær umsøkjarin advokatumboðan. Avgerðin hjá Flygtningenævnet er endalig og kann ikki kærast.
Av teimum sum persónliga møta og søkja um asyl eru aðrar lógarheimildir enn § 7, sum mann kann geva uppihaldsloyvi eftir og sum í praksis altíð er meiri og minni knýtt at málsviðgerðini eftir § 7. Tá er talan um yngri umsøkjarar uttan fylgjara, umsøkjarar við endaligum avslagi, men sum ikki kunnu sendast til heimlandið aftur, og so umsøkjarar sum av serligum heilsuávum fáa uppihaldsloyvi, tað sokallaða humanitera uppihaldsloyvið (danska løgmálaráðið umsitur hesi uppihaldsloyvini, eftir § 9 b.) Fyrisitingarliga er tað ein ávísur munur á brúktari orku um flóttin fær uppihaldsloyvi eftir § 7 ella § 8.
Paragraf 8 - eftir avtalu við ST
Hvørt ár fara eini 3-5 donsk embætisfólk út í heim og bjóða ST-flóttum endurhýsing í Danmark. Hesar ferðir kallast "kvotuferðir". Talan er um uml. 500 fólk hvørt ár og koma tey úr flóttafólkalegum, ið ST hevur ábyrgdina av, tí vertslandið ikki megnar byrðuna. UNHCR kannar og góðkennir persónar sum verandi flóttar og partur av teirra skipan.
Embætisfólkini á kvotuferð eru úr Útlendingastýrinum og, av og á, eisini umboð fyri donsku kommunurnar og Dansk Flygningehjælp (annars kunnu viðkomandi eygleiðarar eisini luttaka). Flóttafólkini, familjur ella einstakir persónar, verða innstillað av ST til møguliga endurhýsing í Danmark. Hendan innstillingin verður gjørd av ST/UNHCR eftir avtalu við danska Løgmálaráðharran, sum undan kvotuferðini hevur framført ynski um at móttaka flóttafólk. Í hesum sambandi hevur eitt land møguleika at framseta ein profil fyri flóttafólkið. UNHCR finnur fram tey flóttafólkini, sum hóska til profilin og kunnu fáa tilboðið um endurhýsing í Danmark. Eitt viðtali verður gjørt við hvønn persónin og seinni verður avgerð tikin av Útlendingastýrinum um, hvør verður góðkendur til endurhýsing. Metingin um góðkenning verður gjørd við støði í § 8, stk. 4 í donsku útlendingalógini.
Hesi fáa soleiðis tilboðið um endurhýsing í Danmark, alt hetta verður gjørt í samráð við UNHCR. Tað eru jú ikki øll sum taka av. Men eru tey áhugaði og taka av tilboðnum um endurhýsing er vanligt, at tey stutt undan ferðini til Danmarkar verða kunna og undirvíst um tað danska samfelagið av donskum embætisfólkum. Síðan verður ferðin til Danmarkar løgd til rættis.
Í føroyska kjakinum um flóttafólk hevur verið ført fram, at um mann skal taka ímóti flóttafólki, so hevur mann lítla og onga ávirkan á hvørji flóttafólk mann tekur ímóti. Og tankin er soleiðis, at mann frá byrjan av bindur seg til at taka ímóti persónum sum eru sera illa fyri og krevja kostnaðarmikla viðgerð ella viðgerð, sum almennu Føroyar ikki megna at bjóða. Men so er ikki heilt - innanfyri nakrar karmar hevur mann sum sagt ávirkan á valið av flóttafólki.
Høvuðsdenturin er sjálvsagt á tørvinum eftir verju og tryggleika, og kann hesin tørvurin metast at vera størri og minni hjá ymisku ST-flóttunum. Millum annað hevur UNHCR úttalað, at danski lógarteksturin viðvíkjandi útveljingini, har integratiónsevnini hjá flóttanum hava havt ein leiklut, kann viðføra at integratiónsevnini fáa ein ov stóran leiklut. Paragraffin er so, í seinnu helvt av 2014, í staðin broytt til, at mann kann "vænta at lívskorini hjá viðkomandi varugt verða betraði" við endurhýsing í Danmark og metingin um útveljing skal í staðin taka støði í hvønn mun "at tørvurin hjá flóttanum og tað sum hann væntar sær, kann samanberast við tey kor, ið danska samfelagið hevur at bjóða". Hetta er sostatt viðkomandi fyri núverandi kjakið um flóttar í Føroyum. Og vildi tað verið natúrligt, at mann byrjaði við flóttum, sum vóru rímiliga væl fyri og sum mann kann rokna við kunnu koma út á arbeiðsmarknaðin.
Herafturat hevur Danmark ávirkan á hvagar kvotuferðin gongur. Í 2013 undraðust politikarar á hví landið seinastu 8 árini ikki hevur tikið ímóti muslimskum flóttafólkum. Í 2014 gekk tó leiðin til eina ST-flóttafólkalegu í Libanon, harumframt til Suður Amerika, Ecuador, og Afrika, Demokratiska Lýðveldið Kongo. Valið av heimsparti og landi har Danmark velur at fara til, verður sostatt ikki stýrt av UNHCR, men av donskum myndugleikum í samráð við UNHCR.
Í føroysku útlendingalógini (Anordning nr. 182 af 22/3, 2001) er viðmerkt, at § 8 ikki er galdandi.
Eitt uppihald byrjar
So byrjar uppihaldið í Danmark. Eitt uppihald, ið at byrja við er tíðaravmarkað og treytað av, at tað framvegis er neyðugt við friðskjóli, tvs. at grundirnar fyri asyl framhaldandi eru til staðar og ikki grundleggjandi broytingar hava elvt til frið og tryggleika í heimlandinum hjá flóttanum. Hetta verður t.d. kannað av Útlendingastýrinum, tá ið søkt verður um longt uppihaldsloyvið ella permanent uppihaldsloyvi.
Flóttar hava rætt til neyðug ferðaskjøl og kunnu eisini søkja um familjusameining. Danska Útlendingastýrið málsviðgerð sum kunnugt umsóknir um familjusameining til Føroyar og eisini umsóknir um fremmandapass og konventiónspass um tørvurin skudi verið til tess.
Frá byrjan av hevur Dansk Flygtningehjælp ein leiklut bæði í mun til kvotuferðirnar og til móttøkuna av flóttum í Danmark. Somuleiðis hevur Dansk Røde Kors ein leiklut á asyl-økinum í Danmark. Kommunurnar og Løgreglan eru myndugleikar sum hava týðandi leiklutir.
Tað er stórur munur á, hvussu flóttafólkini verða hýst og móttikin - um tey koma og søkja herheima, ella t.d. í Danmark gjøgnum ein umboðandi stovn, ella um tey koma sum ST-flóttar. Málsviðgerð eftir § 8 (ST-flóttar) kann eisini verða umfatandi, hóast ST hevur gjørt ein part av arbeiðinum. Men parturin við kæru er ikki til staðar, eins og hann er tað í samband við § 7 (gjøgnum donsku skipanina) - ei heldur er talan um framhaldandi málsviðgerð eftir øðrum møguleikum til uppihald. So fyrisitingarliga er byrðan minnið, tá ið talan er um ST-flóttar. Tá hugt verður eftir møguleikunum, stendur eftir, at eitt gott samstarv við danskar myndugleikar er av stórum týdningi.
Johan Jacobsen, fulltrúi á Udlændingestyrelsen