SJÓNVARP
Jólagávan til húski ? síggja vit burtur frá Landastrok ? hevur í stóran mun í ár verið parabol útgerð. Serliga í høvuðsstaðarøkinum hevur áhugin verið stórur.
Rás Tórshavn er farið í søguna, og tí kenna nógv fólk í høvuðsstaðnum.
Eftir hvat skilst er áhugin fyri parabolum og haldum hjá Canal Digital øgiligur. Onkur handil hevur ikki kunnað fylgt við eftirspurninginum, sum hevur verið í jólamánaðinum.
Canal Digital hevur tikið kappingina upp við Televarpið í Føroyum. Canal Digital er m.a. komið við einum tilboði upp á móttakarar, sum uttan iva hevur styrkt teirra støðu á marknaðinum.
Hóast vit hava staðiliga roynt, so hevur ikki eydnast okkum at fingið eina viðmerking frá Canal Digital. Tað einasta, vit hava fingið upplýst, er, at Canal Digital hevur merkt ein stóran áhuga og vøkstur í kundatali.
950 kundar
Aksel Haraldsen, dagligur leiðari fyri Televarpið, upplýsti mánamorgunin, at talið av kundum hjá teimum var 950. Hetta eru tey hjá Televarpinum væl nøgd við.
?Vit eru hvørki nakað jóla- ella stutttíðarprosjekt. Talan er um eitt nýtt sendinet og nakað, ið fólk skulu venja seg við.
Kundarnir eru fyri tað nógva í Havn, men teir eru eisini nakrir í Eysturoynni.
Àvísir tekniskir trupulleikar hava verið, men hesar finnist væntandi ein loysn innan stutta tíð, metir Aksel Haraldsen. Hann nevnir, at teir fara at uppgradera móttakararnar. Hetta arbeiðið fara fólk kortini ikki at merkja tað nógva til, tí uppgraderingarnar verða gjørdar umvegis netið og krevja einki av fólki.