Sunnudagin 20. januar fyllir Suðuroyar Sjúkrahús 60 ár og í hesum sambandi hevur leiðslan á sjúkrahúsinum heitt á listakvinnuna, Vígdis Sigmundsdóttir, um at gera eitt listaverk til sjúkrahúsið.
- Einasta treyt var, at listaverki skuldi ímynda alla Suðuroynna, tí sjúkrahúsið er fyri alla oynna, segði Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri, tá ið hann avdúkaði listaverkið á lítlari samkomu á sjúkrahúsinum seinnapartin í dag.
- Er tað nakað, suðuroyingar hava staðið saman um, er tað sjúkrahúsið, legði hann afturat.
Úrslitið er eitt pappírsklipp, sum er 2,70 metrar ferður 1,10 og í klippinum eru allar bygdirnar í Suðuroy, settar saman, tó ikki í rættari raðfylgju.
Hetta er størsta listaverk, Vígdis Sigmundsdóttur hevur gjørt.
Klippið er hongt í trappugongina við skaðastovuna, tað er eitt knútapunkt á sjúkrahúsinum, og har er ljósið altíð tendrað.
Sjúkrahús hevur annars verið á Tvøroyri síðani fyrst í farnu øld, men tað var 20. januar í 1953, at sjúkrahúsið varð tikið í nýtslu, har tað stendur nú.
Tá var tað eitt hitt mest framkomnu sjúkrahúsið í norðurlondum, siga tey á sjúkrahúsinum.
Men fyrst í nítiárinum varð tað munandi bygt út og 21. november í 1995 varð nýggja sjúkrahúsið tikið í brúk.
Myndirnar eru av hátíðarhaldinum, har Vígdis Sigmundsdóttir eisini fekk eitt blómutyssi í sambandi við avdúkingina. Ein mynd er eisini av pappírsklippinum og ein mynd er av eini serligari føðingardagskaku.