Hann sigur, at arbeiðsbólkurin viðvíkjandi teirri føroysku rættargangslógini varð liðugur við sítt arbeiði í vár, og at eitt útkast til nýggja rættargangslóg fyri Føroyar varð sent landsstýrinum og almenninginum til hoyringar 3. apríl.
Í løtuni bíðar danska løgmálaráðið eftir hoyringssvarum, og tá hoyringsfreistin er úti, verður støða tikin til, um hoyringssvarini geva høvi til at broyta uppskotið.
Síðan sigur Pape Poulsen í svarinum:
##med2##
– Helt generelt er det min opfattelse, at en person med en færøsk jurauddannelse skal stilles som en person med en dansk jurauddannelse, hvis uddannelserne kan sidestilles. Jeg vil derfor i det videre arbejde med lovudkastet have fokus på, at de to nævnte situationer behandles ens.
Í spurninginum til Søren Pape Poulsen vísti Magni Arge á, at í útbúgvingarkravinum til dómarar stendur einans, at talan skal vera um eina løgfrøðiliga kandidatútbúgving. Onki stendur um, at hon skal vera donsk – enn minni donsk í týdninginum ikki føroysk.
Tá orðini »donsk útbúgving« annars verða nevnd í lógaruppskotinum, kann hetta tað sama merkja, at føroyskar og grønlendskar útbúgvingar eisini eru góðkendar, vísti Magni Arge á.
##med3##
– Sum eg lesi svarið hjá Pape Poulsen, so metir hann, at løgfrøðingar við danskari ella føroyskari løgfrøðiútbúgving á sama stigi, skulu javnsetast og hava somu sømdir. Og í uppskotinum til nýggja rættargangslóg skal hendan javnsetingin tryggjast. Frá føroyskari síðu mugu vit syrgja fyri, at komið verður á mál tí viðvíkjandi, sigur hann.
Pape Poulsen hevur eisini fingið aðrar neyvari spurningar um rættargagnslógina og løgfrøðiútbúgvingar, sum hann skal svara Føroyanevndini um miðjan mai, verður sagt í tíðindaskrivi frá Magna Arge, fólkatingsmanni fyri Tjóðveldi.