Panelið: Fult uppiborin heiður til Suarez

Fótbóltspanelið viðgjørdi eisini heiðurin til Luis Suarez. Panelið tók eisini samanum hálvfinalurnar í Champions League

Triðja og fjórða evnið fótbóltspanelið hjá Rás2 viðgjørdi í dag, vóru hálvfinalurnar í Champions League, og heiðurin, sum Liverpool framherjin, Luis Suarez fekk, sum ársins spælari í Premier League.

 

André Olsen, Ólavur Larsen og Tróndur Arge halda, at Atletico Madrid er tann stóra sólskinssøgan í Champions League í ár. Teir eru eisini samdir um, at Luis Suarez hevur fult uppiborið vunnið heiðurin, sum ársins spælari í Premier League, valdur av sínum starvsfeløgum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI og hoyr tað, sum André Olsen, Ólavur Larsen og Tróndur Arge høvdu at siga um Champions League og Luis Suarez.