Pamela fór frá manninum við 7 milliónum

Pamela Anderson og maðurin Rick Salomo eru skild fyri aðru ferð

Tá ið Pamela Anderson í fjørsummar vitjaði í Føroyum í sambandi við grindaheferðina hjá Sea Shepherd, var maður hennara, Rick Salomon, við á ferðini. Søgur gingu tá um, at forholdið hjá teimum hekk í klønum trái, og nú eru tey bæði skild – fyri aðru ferð.

Rick Salomon, sum er professionellur pokerspælari, giftist fyrru ferð við Pamelu Anderson í 2007, men hjúnarbandið helt ikki. Tey funnu tó saman aftur í 2014, men heldur ikki hesaferð vóru tey verandi saman.

Nú eru tey alment skild, og amerikanskir miðlar vilja verða við, at Pamela Anderson hevur fingið eina góða millón dollarar við sær.

Tey bæði vóru ósamd um, hvussu nógvar pengar Pamela skuldi hava, og hon hevur lagt Rick Salomon undir at goyma pokerpengar fyri sær í skattaskjóli í Nevada. Men nú hevur hon tikið ákærurnar aftur og er farin avstað við einum posa av pengum.