Palli: Uttan Mariu var eg ikki farin umborð í ein bát aftur (FM1)

(Bátaradio) Palli á Dul fortaldi um syrgiligu vanlukkuna honum var fyri í Skopunarfirði 31. august í 2017

Mynd frá Facebook-vanganum hjá Palla á Dul

Mynd frá Facebook-vanganum hjá Palla á Dul

##med2##

 

Tá FM1 sendir sendingina "Bátaradio" er vanliga flestu samrøðurnar lættar, og merktar av gleði og gleimi.

 

Men í dagsins Bátaradio-sending, ið var send beinleiðis frá bátastevnuni í Vestmanna seinnapartin í dag var ein álvarsom og góð samrøða, ið Vilmund D. Jacobsen gjørdi við hjúnini Palla og Mariu á Dul, ið var gjørd umborð á bátinum "Mars".

 

Sorgardagin 31. august í 2017 misti Palli á Dul sín besta vinmann, Leo Clothier sum sjólætst í Skopunarfirði, tá farmaskipið "Mykines" rendi á bátin hjá Palla, ið eisini bar navnið "Mars". Palli greiddi Vilmundi Jacobsen, reportara á FM1 frá, at tað er ikki gott fyri fiskieydnuna at skifta navnið út, og tí eitur tann nýggi báturin eisini "Mars".

 

Palli segði um løtuna áðrenn hann bleiv bjargaður 31. august í 2017, at hann var avkláraður: Antin slapp hann heim til síni kæru aftur, ella slapp hann heim í Himmalin at møta teimum, ið undan vóru farin. 

 

Palli greiddi eisini frá, at hann gekk til viðgerð hjá sálarfrøðingi í drúgva tíð, og tað gav honum lívsmótið aftur. Men uttan konuna, Mariu sum hevur tikið heimaskiparaprógv, og sum er ein sonn fiskiklógv, so hevði Palli aldrin farið í ein bát aftur.

 

Í samrøðuni Vilmund gjørdi umborð á "Mars" prátaði hann eisini við skiparan og fiskiklógvina, Mariu á Dul. 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra álvarsomu og samstundis lívsjáttandi samrøðuna Vilmund D. Jacobsen gjørdi við Palla og Mariu á Dul. 

 

##med3##

 

 

 

 

 

Mynd frá Facebook-vanganum hjá Palla á Dul

Mynd frá Facebook-vanganum hjá Palla á Dul

Samrøða við Palla og Mariu á Dul

Samrøða við Palla og Mariu á Dul

Palli á Dul fortaldi eisini um syrgiligu hendingina í Skopunarfirði í samrøðu við Sosialin í 2019

Palli á Dul fortaldi eisini um syrgiligu hendingina í Skopunarfirði í samrøðu við Sosialin í 2019