Pallborðskjak í Havn í kvøld

– Endamálið er at skapa eitt rúm, har fólkið kann savnast fyri at práta, lurta, læra og kjakast, siga fyrireikararnir

Í kvøld klokkan er pallborðkjak í Perluni, har valevni kjakast um borgarans framtíð. í pallborðkjakinum fara trý umboð frá hvørjum flokki at viðgerða hesi evnir: Bústaðarpolitikkur, umhvørvi og mentan/frítíð.

Eisini ber til at stroyma tiltakið á facebook-vangnum hjá Reinsarínum. 

Tað er Tórsgøta, sum í samstarvi við "SamFelagið" skipar fyri pallborðskjakinum, sum hevur fingið navnið "Fólksins". 

– Endamálið við Fólksins er at skapa eitt rúm, har fólkið kann savnast fyri at práta, lurta, læra og kjakast um viðurskifti, ið viðvíkja føroyska samfelagnum og borgarunum, ið her búgva, siga fyrireikararnir.