Pallborðsfundur um bankar

Dimmalættig skipar fyri pallborðsfundi í Sjónleikarhúsinum í Havn um framtíðina hjá føroysku bankunum. Fundurin verður klokkan 19.00 mikukvøldið, 6. oktober. Jørn Astrup Hansen, Jóannes Eidesgaard, Høgni Hoydal, Søren Bruhn, Malan Johansen og Jonhard Eliasen sita við pallboðið.

Tað verður kjakast um framtíðina hjá føroysku bankunum og peningastovnunum. Í kjalarvørrinum av kreppuni í Eik, verður spurt, hvussu vit kunnu forða fyri at slíkt hendir aftur, og um vit hava nóg gott eftir.

Fundurin byrjar klokkan 19, og øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar Dimmalætting á sínari heimasíðu.