Leygardagin tann 12. juli verður skipað fyri stórum tónleikatiltaki á Oyrarbakka. Fleiri enn 15 føroyskir bólkar og einstaklingar fara at framføra á útipalli frá klokkan 15 til klokkan 03 um náttina. Tiltakið fer eisini at rúma kafé-tjaldi við livandi tónleiki, dansi í Eydnuni og felagssangi.
- Málið er at skapa eina góða uppliving og eitt umhvørvi fyri ung sum eldri, har tónleikur og hugni eru í fokus. Á økinum verða ymiskir básar við undirhaldi og øðrum, har til ber at keypa sær ein bita og okkurt leskandi afturvið.
Fyrireikararnir siga, at eisini verður annað undirhald enn tónleikur fyri børnum og ungum, eitt nú upplestur, skemt, spøl og barnadiskotek.
Tey fyrstu fýra tónleikanøvnini vórðu kunngjørd fyrst í hesum mánaðinum, og nú eru trý nøvn kunngjørd aftrat.
Tey fyrstu fýra nøvnini vóru Hanus G. Johansen, Marni Kruse, Tinganest og Jens Marni Hansen. Nú eru so trý nøvn kunngjørd aftrat. Tey eru Páll Finnur Páll, Ester Kristiansen og Av & á.
- Vælumtókti bólkurin Páll Finnur Páll er kendur fyri at duga sera væl at seta lív í stórar fjøldir við teirra íoyrafallandi løgum og freku tekstum. Ester Kristiansen hevur gjørt vart við seg seinastu tíðina og fer at framføra við góðum bólki.
Lagt verður aftrat, at bólkurin Av & á byrjaði í smáum í umhvørvinum við Eydnuna á Oyrarbakka í fyrru helvt av áttatiárunum og gav eina LP út í 1988 við heitinum "Dreymar".
- Vit fara helst at hoyra fleiri løg av hesi útgávu, umframt nøkur nýggjari løg eisini, siga fyrireikararnir av tiltakinum Við Brúnna.