Páll dagsins maður í Klaksvík

Video: Her ber til at síggja Páll Klettskarð skora hattrik í kvøld

Páll Klettskarð skoraði hattrik, tá KÍ í kvøld vann 3-0 á Skála í 24. umfari í Effo-deildini. Páll Klettskarð er somuleiðis úttikin til landsliðið, sum skal spæla móti Norðurírlandi og Ungarn. Hann hevur nú skotið 12 mál í Effo-deildini hetta kappingarárið.

 

Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini

 

KÍ hevur við sigrinum blandað seg upp í stríðið um fjórða plássið, sum gevur atgongd til Europa League kappingina komandi ár.