Palfinger framsýning hjá KJ Hydraulik

Fríggjakvøldið 21. juli skipaði KJ Hydraulik fyri einum Palfinger tiltaki í Mykinesgøtu í Havn, har umleið 40 lastbilaeigarar og entreprenørar vóru møttir


Kvøldið byrjaði við eini framsýning uttan fyri hjá KJ Hydraulik í Mykinesgøtu, har nakrir lastbilar við nýggjum Palfinger kranum vóru sýndir fram. Kranar hava stóran týdning í øllum byggivirksemi. Nýggjastu kranarnir eru sera framkomnir, teir arbeiða skjótt, eru lættir at handfara og stórur dentur er lagdur á trygdina. Eisini varð nýggjasta útgerðin til kranar sýnd fram.
 
Síðan var farið inn, har eitt flott sjálvtøkuborð við sjógæti frá Poul Rustin í Fuglafirði var sett upp. Palfinger-stjórin fyri Skandinavia, Gerhard Karrer, hevði eina áhugaverda videoframløgu av Palfinger fyritøkuni, og vísti hvørji virkisøki fyritøkan fæst við. Hann sýndi fram teir nýggju kranarnar og serligu eginleikarnar við Palfinger kranunum.
 
Palfinger fyritøkan varð stovnað í Eysturríki í 50-unum. Teir gera kranar, ið kunnu lyfta frá einum tonsi upp til 150 tons. Palfinger er  heimsins størsta fyritøka av sínum slagi og fremstir innan framkomna tøkni. Umframt fleiri verksmiðjur í Evropa eru Palfinger verksmiðjur í t.d. USA, Kanada, Brasilia og í Kina.
 
Í Føroyum er tað fyritøkan KJ Hydraulik við høvuðssæti á Kambadali, ið umboðar Palfinger-kranarnar. KJ Hydraulik er kend fyri sín serkunnleika innan hydraulik og maskintøkni. Fyritøkan veitir og serviserar útgerð til fiskiídnaðin, alivinnuvinnuna á sjógvi og landi, umframt flutningsvinnuna og byggivinnuna. Fyritøkan veitir eisini útgerð og tænastur til marknaðir uttanlands.
 
Fyrr í ár setti KJ Hydraulik á stovn eina deild í Mykinesgøtu í Havn og keyptu grannafyritøkuna Norð Trukk.