Palestinsk mamma og smábarn doyði loftálopi móti Gaza

Meðan Hamas samráðist í Egyptalandi, verða sendar rakettir í hundraðtali ímóti Ísrael, sum svarar hart aftur.

Ein palestinsk mamma, sum var við barn, og eitt ára gamla barn hennara eru millum tey seks deyður eftir ísraeslkt álop ímóti Gaza í gjár. Tað skrivar palesinska heilsumálaráðið.

Sambært turkiska uttanríkisráðharranum, Mevlüt Cavusoglu, rakti eitt av ísraelsku álopunum eisini bygningini í Gaza City, sum hýsir ríkistíðindastovuni hjá Turkalandi, Anadolu.

Eygnavitni høvdu stutt frammanundan sagt, at ein bygningur í seks hæddum, sum bæði hevði privatar íbúðir og vinnu, var oyðilagdur í álopinum. Ísraelski herurin hevði onga viðerking. Fyrr í gjár segði ísraelski herurin, at loftálop teirra einans eru vend ímóti hernaðarligum málum.

Ein av hernaligu bólkunum í Gazagerianum upplýsir, at tveir av teirra limum eru deyðir í einum av loftálopunum.

Umframt verður boðað frá at ein 25 ára gamal maður er deyður ígjárkvøldið, upplýsir talsmaður fyri heilsumálaráðið fyri tíðindastvouni AFP,

Í nátt verður upplýst, at enn ein sivilur palestini er deyður. Talan er um ein 22 ára gamlan mann. Ísrelska loftálopið er svar uppá, at tað í gjár vórðu skotnar einar 250 rakettir úr Gazageiranum ímóti Ísrael. Sambært ísraelsku bjargingartænastuni vórðu tvey fólk særd. Ein teirra var ein eldri kvinna, sum sigst hava fingið álvarsaman skaða.

Tíðliga í morgun upplýsit løgreglan í Ísrael, at ein ísraelskur maður er deyður av nýggjum rakettálopum frá Gaza. Talan er um ein 60 ára gamlan man. Versnaða støðan í stríðnum millum ísraelsfólk og palestinar kemur samstundis, sum Hamas-rørslan, sum hevur valdið í Gazagerinaum, er í Kairo saman við vápnaðu deildini, Islamisk Jihad.

Við hjálp frá egyptiskum meklarum skulu tey luttaka í samráðingum, sum skulu forða fyri at vápnahvíldin við Ísrael dettur púrasta á gólvið. Úr ES ljóðar áheitan á palestina um at steðga við at skjóta.

– Hetta má steðga nú fyri at tryggja, at sivil lív verða vard, sigur Maja Kocijancic, talsfólk fyri ES.

 

/ritzau/AP