Pál svimur móti teim bestu næsta vikuskifti

Tað er nú greitt, at Pál Jonesen er við til finaluna í 1500 metrar frí í Boxen í Herning næsta vikuskifti.

 Tað er nú greitt, at Pál Jonesen er við til finaluna í 1500 metrar frí í Boxen í Herning næsta vikuskifti.

 

Svimjisambandið skrivar, at danir hava almannakunngjørt startlistan til EM á stuttgeil nú hósdag til sunnudag 12. - 15. desember 2013, og kunnu vit har staðfesta at Pál Joensen enn einaferð megnar at seta Føroyar á heimskortið, tá ið hann leygardagin 11. desember í Boxen í Herning stutt eftir kl 15:30 føroyska tíð luttekur í finaluni í 1500 metra frísvimjing, við fimtbestu tíð.

 

Italiumaðurin Gregorio Paltrinieri hevur bestu tíð 14:27.58, Mads Glæsner úr Danmark ta næstbestu 14:30.01, ukrainski Sergiy Frolov triðbestu 14:30.87, ungarski Gergo Kis fjórbestu 14:34.69, Pál fimtbestu 14:36.93, og polski Mateusz Sawrymowicz sættbestu 14:38.29.

 

Pál hevur í miðli herfyri sagt, at hann fer eftir at svimja sína bestu tíð í Herning, sum merkir, at hann miðjar eftir at klára 14:32.15 ella skjótari, ið er hansara føroyska met frá World Cup í Berlin í 2009.