Fleiri leiðandi andstøðupolitikarar eru tiknir, og umheimurin harmast gongdina Millum andstøðupolitikararnar, sum eru tiknir, eru fleiri leiðandi limir í flokkinum hjá Sharif, forsætisráðharra. Samstundis hevur fyrrverandi forsætisráðharrin Benazir Bhutto gjørt greitt, at hon styðjar ikki avgerðina hjá Pervez Musharaf, forseta at lýsa landið í undantaksstøðu.
Musharaf segði í gjárkvøldið, at tað er neyðugt at lýsa landið í undantaksstøðu fyri at fáa tamarhald á viðurskiftunum, sum eru versnað nógv í seinastuni.
Politikarar í fleiri øðrum londum hava funnist at avgerðini hjá Musharaf, og í sjálvum Pakistan verður roknað við ófriði. Men løgreglumenn og hermenn eru á varðhaldi allastaðni, verður sagt.










