Pakistanska herleiðslan kunnger í morgun, at landið hevur roynt eina rakett, sum kann bera kjarnorkuløðingar, og at royndin eydnaðist væl. Fyri nøkrum fáum døgum síðani royndi grannalandið India eina kjarnorkurakett.
Pakistanskir talsmenn vilja ikki siga, hvussu langt rakettin ber, men eygleiðarar siga, at rakettin, sum eitur Shaheen-1A, er før fyri at raka mál í India. Rakettin, sum bleiv roynd í nátt, rakti tað ásetta málið, sum var í Indiska Havinum, verður sagt.
India og Pakistan hava tríggjar ferðir verið í veruligum kríggi, síðani londini loystu frá Bretlandi í 1947, og bæði gera javnan royndir við kjarnorkurakettum.