Pávin sitið í 25 ár

Í dag eru 25 ár, síðani Jóhannes Páll pávi Annar setti seg í Pætursstólin í Rom. Søgukøn meta hann vera tann týdningarmesta pávan í nýggjari tíð

Í dag eru 25 ár liðin, síðani polski kardinalurin Karol Jozef Wojtyla varð valdur til páva og fekk heitið Jóhannes Páll pávi Annar. Hann tók við eftir Jóhannes Páll páva Fyrsta, sum doyði brádliga seinast í september í 1978 eftir at havs verið pávi í 33 dagar.
At pávin er pólendingur, hevur týðiliga merkt arbeiði hansara sum kirkjuleiðari. Longu í byrjanini legði hann dent á rættindini hjá tí einstaka, og at tann einstaki átti at fáa rætt til at laga sítt lív uttan politiskar ella aðrar bindingar frá myndugleikunum.
At hann fekk sviðan av seinna heimsbardaga at kenna, hevur eisini merkt hansara arbeiði. Hann hevur líka síðani tann fyrsta dagin í pávastólinum talað ímóti krígsførslu, tí hansara áskoðan er, at eitt og hvørt kríggj er ein ósigur fyri mannaætina.
Søgukøn siga, at Jóhannes Páll pávi Annar er tann týdningarmesti pávin í nýggjari tíð. Sagt verður, at hansara ávirkan var í stóran mun medvirkandi til, at tey kommunistisku einaræðini í Eysturevropa fullu.
Pávin hevur í mong ár liðið av Parkinsins sjúkuni og liðagikt, og í seinastuni hevur hann havt ilt við at tosa. Men úr Vatikaninum verður sagt, at hann kortini er til arbeiðis hvønn dag.