Skála tapti í gjár 2-1 fyri KÍ á “heimavølli” á Tórsvølli. Longu aftaná tíggju minuttir var støðan 2-0 til KÍ. Havandi í huga, at Skála tapti heili 4-0 fyri Víkingi í farna umfari, so letur liðskiparin hjá Skála væl at aftursvarinum hjá hansara monnum.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samrøðuna
- Tað var ein øgiliga tung byrjan hjá okkum. Og aftaná smekkin í Gøtu, so var vandi fyri, at hetta bleiv ordiliga keðiligt, men har vil eg geva okkara spælarum kredit, tí í mun til í Gøtu, so fella vit ikki, sigur Pætur Dam Jacobsen, liðskipari hjá Skála.
Les eisini: (Video) Samandráttur Skála-KÍ 1-2
Eftir fyrsta sigurin í ár, sum var á EB/Streymi, so hevur Skála tapt báðar eftirfylgjandi dystirnar. Skála hevur níggju stig á 8. plássi.