Páskini ? uppreisn ella feria?

Vit hava tosað við tveir 16 ára gamlir dreingir úr Havn um, hvønn týdning páskini hava fyri teir. Hugsanin um um páskini er rættiliga ymisk ? annar fer á møti, og hin heldur frí.

- Páskini er ein stór høgtíð og hon er týdningarmikil at minnast á, sigur Hugo Joensen.
- Vit í Frelsunarherinum hava trý páskamøti, og nú á páskum fara vit suður til Vágs at hava møti. Páskini eru ein sera hugnalig høgtíð, tí tað er eitt gott høvi at vera saman við familju og vinum, og tað er altíð hugnaligt at vera her í Frelsunarherinum.
Men ikki minst hava páskini stóran týdning fyri meg, tí tað var jú tá, at Jesus reis upp.
Eg lesi nógv í Bíbliuni um hesa tíðina, tó fari eg ikki í kirkju, tí eg fari nokk bara á møti her á páskum.
1. páskadag er eisini ein heilt serligur dagur her í Frelsunarherinum, tí her eta vit morgunmat saman, hava sjálvandi møti og hornorkestrið hjá okkum spælir fyri sjúklingunum á Landssjúkrahúsinum, endar Hugo.

Vanligir dagar
- Páskini eru sum vanligir dagar fyri meg, einasti munurin er, at ein onnur skrá er í sjónvarpinum, sigur Geir Johansen.
- Eg fari ikki í kirkju á páskum og geri faktist ikki tað stóra. Eg sovi leingi um morgunin, hugni mær saman við vinunum, fari nokk í býin á páskum og eg njóti bara at hava frí.
Eg veit væl, hví man heldur páskir, men eg eri bara glaður fyri at hava feriu.