##med2##
Tú skalt brúka
Modellerivoks
Knív
Smákakuformar
Garn ella silkiband
Bakirullu
Bakipappír
Súgvirør
Ovn
##med3##
1 Rulla modellerivoksið út við bakirulluni. Tað skal vera á leið ein hálvan sentimetur í tjykd
##med4##
2 Tak kakuformarnar og trýst teir í deiggið, júst sum tá tú gert smákøkur og flyt teir á bakipappírið
##med5##
3 Trýst súgvirørið í, har sum tú ynskir at garnið seinni skal koma ígjøgnum, so tú kanst hanga prýðið upp. Til ber eisini at brúka tannpinn ella okkurt annað líknandi, men eitt súgvurør riggar væl.
##med6##
Brúka knívin ella annað amboð til at gera hol og mynstur á deiggið.
Hita ovnin til 130°C og baka í hálvan tíma. Lat kølna og hála garnið ella skilkibandið gjøgnum holið og hang upp ymska staðni í húsninum. Upphangið riggar væl á páskaliljum og á greinum.