Danmark: Eigur tú eini lítið hugnalig hús frá seksti-talinum? Og ert tú fullkomuliga tómur fyri góð hugskot til tess at hugna um tað? So kann fyrsta stigið vera at taka við nøkrum góðum ráðum frá Trine Andersen.
Hon búði fyrst í eini íbúð miðskeiðis í Århus. Men fyri fáum árum fluttu hon og maðurin, Martin inn í eini arkitekt-teknaði hús frá seksti-talinum í Brabrand - ein avgerð, sum varð gjørd við kærleika til tey gyltu 60’ini og ikki av neyð.
- Øll húsini vóru í orginalum standi, og tað rakti beinanvegin við okkum. Vit høvdu ein dreym um at seta okkara egnu merkir á húsið, men vit vistu samstundis, at vit vildu varðveita nógvar av teimum orginalu smálutunum, sigur Trine Andersen.
Egin tørvur
Trine og maðurin, ið bæði arbeiða í Ferm Living hava sama áhuga fyri sniðgeving, handverki og møblum. Tí kunnu tey, uttan at blunka, reypa av at tað neyðuga arbeiðið við at seta tey 192 fermetrar stóru húsini í stand, hevur verið ein stuttlig verkætlan.
Meðan Martin finnur møblarnar á net-uppboðssølum, nýtir Trine tíðina at finna uppá og skapa lutirnar frá grundini, annaðhvørt á teknibrettinum ella seymimaskinuni.
- Eg eri kanska eitt sindur óskipað, og geri vanliga ting út frá einum persónligum tørvi, og so kann eg næstan altíð brúka hesi tingini profesjonelt aftaná, greiðir hon frá.
Tann heilt persónligi tørvurin var eisini júst tað, sum var orsøkin til stovnanina av Ferm Living.
- Fyrsta útgáva okkara av tapetum kom fram, tí vit sjálvi høvdu tørv á nýggjum tapeti í okkara gamla sovikamari. Eg kundi simpelthen ikki finna eitt einasta vakurt sniðgivið tapet í øllum Århus, sigur Trine.
Og hon leggur aftrat:
- Eg mátti tí fara allan vegin til Keypmannahavnar, har ein rulla av tapeti kostaði eina rúgvu. Tí setti eg meg niður fyri at sniðgeva eitt tapet sum kostaði einar 500 krónur fyri rulluna.
Tapetini hjá Trine vóru bæði einføld og naiv. Men so mikið meiri hava tey gjørt sítt til at fyritøkan er vorðin kend og haraftrat hevur fingið góð ummæli úti í heimi.
- Eg eri ógvuliga rastleys, tá talan er um innrætting. Tað kann altíð gerast betri, og eg verði troytt av at hyggja eftir míni egnu framleiðslum, bæði heima við hús og á arbeiðsplássinum. Eg seti eitt nýtt tapet upp hvørt hálva ár, tí eg vil allatíðina hava tað nýggjasta heima við hús, sigur Trine Andersen.










