Púra samdur, Kjartan Hoydal!


 

Jákup Fróði Djurhuus



Kjartan Hoydal umber sína skipaðu »Hesuferð« ímóti løgmanni við undanførslum um, at tað fría orðið hevur trongar umstøður í einum lítlum landi.

»Man kennir hvønnannan ov gott. Familja, vinir og arbeiði gera, at tað ikki rættiliga ber til at úttala seg, sigur hann«.

Her má eg geva Kjartan so púra rætt. Hetta er eisini ein av megingrundgevingunum fyri, at flestu føringar kenna seg betri vardar í einari rættarskipan sum umfatar 5 mió. fólk heldur enn 45.000 fólk, sum drukna hvønnannan í kaffi, lagkøku og systkinabarnaríi.

Og hetta gevur kanska høvi til at taka kjakið upp um tann mesta grundleggjandi spurningin av øllum.

Hvat er frælsi í einum peningasamfelag? Er tað sama frælsi, sum vit kendu tað í gamla bóndasamfelagnum, hvørs frælsisuppfatan m.a. tjóðveldisflokkurin er grundaður á?

Og fer hvør einstakur føroyingur at kenna seg frælsari í einum trongum føroyskum búskapi aftaná eitt fullveldi enn hann ger nú, tá allar nevniverdar ognir og peningur liggur í nøkrum fáum lummum?

Tann gongdin er so opinlýs í teimum smásamfeløgum sum eru umrødd í Hvítubók.