Robert Cieslewicz, pápi Lukasz, átti stóran leiklut í føroyameistaraheitinum, sum VB vann óvæntað í 2000.
Tað hevur ofta eydnast væl við útlendingum hjá fótbóltsfelagnum í Vági. Árið í 2000 var einki undantak. Robert Cieslewicz var við sínum níggju málum í 17 landskappingardystum ein brandur í álopinum undir liðini á Kryzstof Popczynski, sum var leikandi venjari. Milan Kulic var álitismaður á miðvøllinum sama árið.
Tað var Piotr Krakowski, ið var venjari hjá ÍF, sum fekk Robert Cieslewicz til Føroyar og Fuglafjarðar undan kappingarbyrjan í 1999. Tað riggaði hinvegin ikki serliga væl, tí Cieslewicz var ikki serliga eyðsýndur á niðurflytingarliðnum.
Framherjin flutti síðan til Vágs, har hann spældi til 2002. Í 2003 og 2004 var hann leikandi venjari hjá Sumba.