Vit minnast øll myndina av trý ára gamla Omran Daqneesh, sum sat undirdýktur í øsku í einum sjúkrabili í Aleppo. Heim hansara varð júst vorðið bumbað og hjálparfólk høvdu drigið hann út úr leivdunum.
Í gjár eru nýggjar myndir komnar fram av honum í samband við, at sýriskar tíðindastovur hava gjørt samrøðu við pápan.
Heimið hjá Omran Daqneesh varð bumbað av russiskum ella sýriskum flogførum, men pápin sigur í samrøðunum, at familjan enn stuðlar Bashar al-Assad, sýriska forsetanum. So skjótt høvi beyðst, fluttu tey inn í tann partin av Aleppo, sum sýriski herurin hevði valdið á.
Pápin greiðir frá, at hann rakaði alt hárið av høvdinum á Omran Daqneesh, fyri at fjala hann frá útlendskum fjølmiðlum.
- Teir ætlaðu at gera handil við blóði hansara og almannakunngjørdu myndirnar av honum, sigur pápin í samrøðuni.
Tað eru fjølmiðlar, sum stuðla sýriska forsetanum, sum hava gjørt samrøðuna við pápa Omran Daqneesh, men í vesturlendskum fjølmiðlum verður spurt, um familjan kanska kennir seg hótta til at taka lut í samrøðunum og tosa rósandi um Bashar al-Assad, forseta.
Bardagin um Aleppo endaðu í desembur, tá ein vápnahvíld loyvdi uppreistrarherinum at flýggja úr býnum.