Í síðstu viku fall dómur í tí sokallaða Brønderslev-málinum í Danmark, og nú er eitt annað mál av slíkum slagi á veg í rættin. Hesaferð er ein maður í Vejle ákærdur fyri at hava misnýtt døtur sínar og fyri at hava latið fýra aðrar menn misnýta tær aftur fyri pengar ella rúsevni. Ein av hinum fýra er pápabeiggi genturnar.
Tað var í 2002 og 2003, at pápin misnýtti tær báðar genturnar kynsliga og lat aðrar menn misnýta tær. Tann yngra gentan var tá umleið átta ár og tann eldra umleið 15.
Løgreglan í Vejle hevur arbeitt við málinum síðani 2009. Menninir vórðu varðhaldsfongslaðir tá, men latnir leysir seinni. Ein av monnunum er ikki á lívi longur. Ákæruvaldið sigur við danska kringvarpið, at pápabeiggin og ein av hinum monnunum eru nakað menningartarnaðir og ikki egnaðir til fongsulsrevsing. Pápin og tann fjórði maðurin eru egnaðir at seta í fongsul, sigur ákærin.
Málið ímóti teimum fýra monnunum kemur fyri í rættinum í Kolding í heyst.









