– Eg vil staðiliga mæla frá at lóggeva fyri, hvussu barsilstíðin verður býtt ímillum foreldrini.
Tað sigur Lillian Bjarnadóttir Poulsen, heilsufrøðingur hjá Gigni, sum er almenni heilsustovnurin fyri børn og ung.
Spurningurin um barnsburðarfarloyvi er ein spurningur, sum stingur seg upp í almenna kjakinum við jøvnum millumbilum og eitt tað mest umstrídda evnið í hesum sambandi er, um vit skulu hava eina pápakvotu, har pápin skal tvingast í barnsburðarfarloyvi í eina ávísa tíð
Men tað heldur Lillian Bjarnadóttir Poulsen ikki, at vit skulu hava.
Hon staðfestir, at tað er ómetaliga gott fyri familjuna, at øll kunnu verða heima, og sostatt kunnu vera saman beint eftir føðing.
– Tað vil siga at pápin hevur rætt til barsilsfarloyvi í nakrar vikur saman við mammuni beint eftir føðing.
– Tann besta gávan pápin kann geva sínum barni er at elska mammuna verður mangan sagt, vísir hon á.
Men hinvegin mælir hon staðiliga frá at lóggeva fyri hvussu barsilstíðin verður býtt ímillum foreldrini.
– Í nógvum førum hevur mamman hug til at verða heima saman við sínum barni, men pápin ikki hevur hug.
– Vit kunnu og mugu ikki lóggeva ímóti tí, sum hjá so nógvum familjum er tað mest natúrliga í verðini, sigur Lillian Bjarnadóttir Poulsen.
Heilsufrøðingurin sigur, at vit kunnu ikki lóggeva kvinnur út á arbeiðsmarknaðin. Hinvegin sigur, hon, at sjálvandi er meira barsilstíð til pápan kærkomin, men tað skal bara ikki takast av barsilstíðini hjá mammuni við lóg.
Hon staðfestir, at barsilstíðin er rætturin hjá barninum og tað er ikki ein spurningur um javnrættindi hjá kvinnum og monnum!
– Samfelagið eigur at hava tað álit á foreldrum, at tey, í allarflestu førum, sjálvi duga at finna útav, hvør eigur at vera heima hjá barninum og nær.
– Tað eru tey sum vita, hvat er best í teirra egna føri. Tað er barnið sum eigur at fáa sín rætt til barsilstíðina og foreldrini skulu eiga frælsið til at býta tíðina ímillum seg soleiðis, sum tað nú er best fyri barnið, sigur Lillian Bjarnadóttir Poulsen.
Trýst HER og les meiri um, hvørja áskoðan hon hevur á spurningin um barnsburðarfarloyvi.