Pápabarsil: Føroyar eru næstaftast

Ísland letur 20 vikur til pápan og er sostatt eisini tað norðurlandið, ið letur mest

– Eg haldi ikki, at pápar, sum vilja í farloyvi við børnum sínum, skulu aftra seg. Pápabarsil er sera gott fyri faðirsamleikan og tilknýti millum barn og pápa, sigur sálarfrøðingur í grein í Sosialinum um vikuskiftið.

– Gransking vísir, at sálarheilsan hjá mammuni kemur í javnvág, tá uppgávurnar verða býttar millum bæði mammu og pápa, sigur sálarfrøðingurin millum annað eisini. 

 Les eisini: Pápabarsil: Gott fyri bæði pápa og barn

Tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógv pápar fáa tillutað í farloyvi í Norðurlondum. Ísland letur 20 vikur til pápan og er sostatt eisini tað norðurlandið, ið letur mest. Næst kemur Norra við 15 vikum, Svøríki letur 12 vikur, og Finland letur níggju vikur. Føroyar eru næstaftast við fýra vikum, ið eru oyramerktar pápanum, meðan Danmark er á aftasta plássi. Bert tvær vikur verða oyramerktar pápanum í Danmark. Tað skal tó viðmerkjast, at tað er eisini ymiskt, hvussu restin av farloyvinum verður lutað út. Í Danmark, til dømis, eru 32 vikur, ið eru felags millum bæði foreldrini, í Finlandi er tað 26 vikur, meðan tað í Norra er 15 vikur.

Les eisini: Pápabarsil: Ein aha-uppliving

Miðaltalið fyri, hvussu nógvir føroyskir pápar taka farloyvi er munandi hægri í dag, enn tað var, tá pápafarloyvi varð veruleiki í 2001. Fyrstu árini lá miðaltalið á farloyvisdøgum hjá pápum undir 20, men í 2008 hækkaði tað munandi, og hevur síðani ongantíð verið undir 20.