Pínligt at síggja skilið á Landsjúkrahúsinum

Kristian Magnussen, løgtingsmaður, hevur vil nú hava Løgtingið at játta Landssjúkrahúsinum fýra milliónir krónur at keypa nýggjar sengur fyri

Heilsuverk

? Tað kendist ikki sørt pínligt at síggja, hvussu vánaligar umstøðurnar á Landssjúkrahúsinum eru.
Tað sigur Kristian Magnussen, løgtingsmaður, eftir at hann fyri stuttum var á Landssjúkrahúsinum og vitjaði, saman við Løgtingsins Fìggjarnevnd og trivnaðarnevnd.
Úrslitið av vitjanini er, at hann nú vil hava Løgtingið at játta Landssjúrahúsinum fýra milliónir krónur at keypa nýggjar sengur fyri.
Hann sigur, at í kreppuárunum var Landssjúkrahúsið fyri ógvusligum sparingum og er enn ikki komið upp á fíggjarliga støðið, ið tað var á áðrenn kreppuna.
? Hesar sparingar hava m.a. ført við sær, at seinastu árini hava umstøðurnar hjá sjúklingum og starvsfólki ikki verið nóg góðar, sigur hann.
? Vit uppliva í dag, at deildir eru stongdar stóran part av árinum, búfólk á pensionatinum verða koyrd úr heimi sínum á høgtíðum, starvsfólk verða ár aftaná ár hótt við uppsagnum og bíðitíðin til ávísar viðgerðir er longri enn rímiligt er.
Hann vísir eisini á, at sjálvir bygningarnir eru niðurslitnir og forfalla og at ávísur útbúnaður er so vánaligur, at hann hvørki kann bjóðast sjúklingum ella starvsfólki.
Men hann leggur afturat, at seinastu árini er tó nakað av vend komið í.
? Nýggi bygningurin er farin at taka skap og løgtingið hevur veitt eykajáttanir fyri at framskunda ætlanina at útvega nýggj tól, nýggja útgerð og og sjúkrabilar.

Pínligt
Kristian Magnussen sigur, at fyri einari viku síðani vóru limirnir í løgtingsins fíggjar- og trivnaðarnevnd á vitjan á Landsjúkrahúsinum.
Har bleiv greitt frá um røkt og rehabilitering og at vitjaðu limirnir onkrum av deildunum.
? Tað kendist ikki sørt pínligt at síggja hvussu vánaligar umstøðurnar eru.
Hann sigur, at tað, sum starvsfólkini serliga tóku fram, vóru tær vánaligu sengurnar, ið vit bjóða sjúlingum at liggja í.
? Hesar eru gamlar og slitnar og nógvar av teimum virka ikki sum tær skulu. Hetta er til stóran ampa fyri sjúkingin og fyri starvsfólki.
Hann sigur, at nógv verður tosað um góða samfelagsbúskapin seinastu árini og um hvussu nógv av yvirskotinum á løgtingsfíggjarlógini, ið er sett inn í landsbankan.
? Á Landssjúkrahúsinum eru 230 songjapláss, og hóast framburðin í samfelagnum, er støðan á Landssjúkrahúsinum enn tann, at sjúklingarnir liggja í gomlum uppslitnum sengrum, harav nógvar eru beinleiðis í ólagi.
Hann sigur, at ein góð sjúkrahússong kostar umleið 20.000 kr. Tí heitir hann á Løgtingið um at geva Landssjúkrahúsinum eina eykajáttan uppá 4 milliónir, sum skulu brúkast til at keypa nýggjar sengur fyri. Hann sigur, at fyri hesa upphædd kunnu í øllum føri 200 sengur útvegast, kanska fleiri, tí jú fleiri sengur verða bílagdar, tess størri er møguleikin fyri at fáa mongdaravsláttur.