Póllendingar koyrdir í land av Norrønu

29 póllendingar gjørdu so nógv um seg umborð á Norrønu í dag, at teir blivu koyrdir í land í Bergen Bergens Tidende skrivar, at póllendingarnir høvdu fingið í meira lagi av tí váta slagnum niðurum. Á vegnum til Bergen gjørdu teir so nógv um seg, at skiparin gjørdi at koyra teir í land í Bergen.

Haðani máttu póllendingarnir leiga sær buss til Danmarkar, skrivar blaðið.

Løgreglan í Bergen sigur við Bergens Tidende, at póllendingarnir høvdu nógv brennivín við sær í land, sum løgreglan legði hald á. Tað fáa teir kortini aftur.

Póllendingarnir vóru góðir at hava við at gera, sigur løgreglan.