TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr pólsku Kingu Eysturland, sum býr í Klaksvík fortelja um krimiskaldskapin hjá einum duldarfullum pólskum rithøvundi, ið nevnir seg Ove Løgmansbø, og sigur seg verða hálvan føroying og hálvan póllending.
Kinga Eysturland og hinir póllendingarnir í Føroyum hava hvørki møtt ella sæð Ova Løgmansbø í Føroyum ella í Póllandi, og tey eru ikki í iva um, at talan er um rithøvund, ið roynir at vinna fram í Póllandi við at verða partur av tí skandinaviska krimiskaldskapinum, sum er so væl umtóktur í Póllandi. Serliga er norski Jo Nesbø væl umtóktur í Póllandi, og tí er navnavalið hjá pólska rithøvundanum "Ove Løgmansbø" fyri at bera á tað borðið, heldur Kinga Eysturland.
Allir teir skeivu upplýsingarnir Ove Løgmansbø hevur í báðum krimiskaldsøgum sínum, sum ganga fyri seg í Føroyum eru ríkiligt prógv fyri, at Kinga Eysturland heldur talan verða um ein persón, sum ongantíð hevur vitjað í Føroyum, og tíansheldur er av føroyskari ætt. Hetta sjálvt um bæði Ove Løgmansbø og forlag hansara gera nógv burturúr, at hann er hálvur føroyingur, men hevur valt at geva bøkurnar út á pólskum, tí lesaraskarin er væl størri í Póllandi enn í Føroyum.
Í bókum sínum skrivar Ove Løgmansbø, at allir føroyingar hata danskarar og Danmark. Hann skrivar, at føroyskt ljóðar akkurát, sum íslendskt. Ove Løgmansbø skrivar eisini um "tað árliga grindadrápið". Somuleiðis leggur duldarfulli rithøvundin upp til, at føroyingar altíð nevna hvønn annan "frú" og "harra", sum føroyingar nærum ongantíð gera, um nakrantíð. Ove Løgmansbø skrivar eisini, at føroyingar standa uttanfyri og ringja á ringiklokkuna, tá teir ætla at vitja fólk. Hann grettir ikki orð um, at fólk koma nógv á spontana vitjan í Føroyum. Ove Løgmansbø skrivar Magn at verða "Mang" o.s.fr.
Kinga Eysturland er ógvuliga hørm um, at nógvir póllendingar fáa sína fyrstu vitan um Føroyar gjøgnum løgna skaldskapin hjá Ova Løgmansbø.