Páll vann í fyrstu royndini fyri US Breno

Páll A. Klettskarð var við frá byrjan, tá US Breno vann 2-1 á Grumellese

Páll Andrasson Klettskarð var við frá byrjan, tá italska felagið hjá honum, US Breno, í dag vann 2-1 á Grumellese í Seriu 5. Hann byrjaði í álopinum, har hann stíddi nógv sambært Facebook síðuni hjá felagnum.

 

Les eisini: Nú fær Páll debut

 

Hetta er fyrstu ferð, at klaksvíkingurin er á vøllinum fyri nýggja felagið. Hann hevur bíðað eftir spæliloyvinum, síðani hann eftir kappingarenda skifti frá KÍ til italskan fótbólt.

 

Les eisini: Eg kundi ikki siga "noy"

 

Sagt verður millum annað, at Páll A. Klettskarð spældi í álopinum í eini 4-3-1-2 uppstilling. Lagt verður afturat, at hann stríddist væl og gjørdi nógv at tí skitna arbeiðinum, men at hann enn skal venja seg við nýggjan spælistíl.

 

Les eisini: Páll presenteraður í Breno

 

Páll A. Klettskarð spældi ein tíma og fyrsti føroyingurin í italskum fótbólti. US Breno, sum hevur fingið nýggja leiðslu og nýggjar spælarar til hetta kappingarárið, ætlar sær upp í Seriu 4.