Páll á Reynatúgvu leggur frá sær

Páll á Reynatúvu hevur nú gjørt av at leggja frá sær sum borgarstjóri á Sandi.

Hann kennir seg ikki sekan i teimum ákærum, sum eru førdar fram, men nú orka hann og familjan ikki meir, sigur hann í tíðindaskrivi í morgun. Hann sigur, at hann hevur hevur tosað við familjuna og hann er komin til ta niðurstøðu, at tað er frægast fyri tey øll, at hann gevst sum borgarstjóri í Sands Kommunu.

- Eg kenni meg ikki sekan í ákærunum ímóti mær, men eg kann ikki liva við, at familjan, ferð aftaná ferð, verður drigin gjøgnum fjølmiðlakvørnina saman við mínum politiska persóni, sigur Páll á Reynatúgvu í morgun

Hann fer at leggja frá sær á næsta bygdaráðsfundi.

Sjálvur mælir hann til, at Olga Fossdalsá verður vald til borgarstjóra.

- Á tann hátt hevði veljarans tala fyri Lista C, hóast alt vunnið frama, sigur Páll á Reynatúgvu.