Sum vit skrivaðu fyrr í dag, verður tað hósdagin, at fyrsta skotið verður latið av í samband við at farið verður undir at bora av Sandoyartunnilin.
Tað er nakað síðani, at sjálvur arbeiðsvegurin niðan til tunnilsmunnan varð gjørdur, og hósdagin verður so tann stóri dagurin, tá ið fyrsta skotið verður latið av.
Í hesum sambandi bjóðar Samferðslumálaráðið og felagið sum ger tunnilin, til alment hátíðarhald í Traðardali í klokkan 14 hósdagin.
Har fara Bergur Poulsen, nevndarformaður í P/F Eystur- og Sandoyartunlar, at bjóðar vælkomin og síðani fer Aksel V. Johannesen, løgmaður, at flyta fram røðu.
Og tað verður Páll á Reynatúgvu, einasti løgtingsmaður úr Sandoynni, og Løgtingsformaður, sum fær heiðurin at lata fyrsta skotið av, men áðrenn hann ger tað, fer eisini hann at siga nøkur orð.
Eftir at fyrsta skoti, verður ein drekkamunnur at fáa í Meginskúlanum, og er tað onkur, sum vil hava orðið har, fer tað eisini at bera til.