Páll Poulsen: Ikki favorittar

VÍF venjarin hevur ongan tíð hildið, at VÍF eru greiðir favorittar hetta kappingarárið

 

Sum verjandi meistari, hevur tað verið mest sum sjálvsagt, at VÍF aftur í ár hevur verið roknað sum favorittur at endurvinna meistaraheitið, sum teir vunnu í stórum stíli í fjør.

Fatanin millum fólk flest hevur verið, at hóast eitt nú Neistin hevur styrkt seg, so fór hetta at gerast ov lítið at bjóða VÍF av, men dysturin sunnudagin staðfesti so, at VÍF í øllum førum fer at fáa kapping. Sambært venjaranum hjá VÍF, Páll Poulsen, so hevur hann tó alla tíðina roknað við hesum.

- Eg havi so ongan tíð sagt, at tað fór at gerast lætt hjá okkum at vinna gull. Neistin hevur eitt sera gott lið, og eg rokni eisini við, at onnur fara at koma heilt væl við. Eitt nú StÍF, sum líka sum skal koma í gongd fyrst, heldur VÍF venjarin.