Páll Horn 80 ár

23. september verður Páll Horn í Havn 80 ár.
Páll var borin í heim í Hal­dórsvík í 1931. Foreldur hans-ara vóru Óli og Johanna Horn. Tá Páll var 6 ár gjørdu foreldrini av at flyta til Vágs, mamman Johanna var ætt­að úr Vági.
Páll vaks upp í Vági.
Páll var bert 15 ár, tá hann fór fyrsta túrin til skips. Tað var við ST. Jacques, sum pápi hansara átti. Her byrjaði hansara lívsleið á havinum. Hann hevur siglt so gott sum alt sítt lív. Hevur verið við báðum skúlaskipunum, »Georg Stage« og »Skole­skib Danmark«. Hann hevur gingið á sjómansskúla í Dan­mark, í Svendborg, og á Skiparaskúla í Føroyum.
Í 1952 andaðist pápi hansara, bert 42 ára gamal, og Páll tók tá róðrið á St. Jacques. Hann førdi skipið sum 21 ára gamal. Hetta gjørdi hann til 1960, tá línubátarnir byrjaðu at koma til landið. Og eisini Páll keypti saman við øðrum línubátin Grace, sum hann førdi á ídnaðarfiskiskap í Norðsjónum til 1976.
Eftir nógv ár – nærum eitt heilt lív – á sjónum valdi Páll at »koma í land«. Hann hevði tænt fyri seg á sjónum og lívið burtur frá konu og børnum hevur ikki altíð verið lætt. Ofta var stutt millum túrnar, sum mangan vóru langir.
Páll er giftur við Elsu Horn, fyrrverandi sjúkrasystur, og saman eiga tey 4 børn, Guðrun, Olga, Óli og Turið. Børnini búgva øll í Havn og tað er Páll sera fegin um, tí hann fylgir sera væl við í lívinum hjá okkum øllum. Páll eigur 11 abbabørn og nú eru 4 langabbabørn eisini við í hópinum.
Hóast Páll í dag er 80 ár, tora vit at siga, at hetta als ikki sæst á honum. Hann er sera aktivur, svimur hvønn dag og gongur túr. Hann er ofta at síggja í Gundadali, tá B36 spælir, og fylgir eisini væl við, tá Neistin spælir sínar dystir. Hann er eisini sera áhugaður í útlendskum fótbólti.
Páll hevur altíð lisið nógv og hevur eina sera stóra vita um alt millum himmal og jørð. Hann lesur nærum alt, hann fær hendur á, og saman við síni lívsleið ger hetta hann til ein sera vitugan og tolnan mann.
Vit hoyra aldri pápa okkara tosa negativt ella fordøm­andi um nakað ella nakran og tað ger hann til nakað heilt serligt.
Hann er sera hjálpsamur og nærverandi maður. Hann livir í nú'inum og hóast hann hevur fleiri námsfrøðingar um seg dagliga, so eru vit samd um, at hann er størsti og besti »pedagogurin«, vit kenna.
Vit vilja ynskja tær, góði pabba, hjartaliga tillukku við 80 ára degnum. Vit vóna og vænta vit fáa nóg góð ár saman við tær framyvir.
--------
Guðrun, Olga, Óli og Turið