Páll Finnur Páll spæla á Ovastevnu

Tá ið Ovastevnan fer av bakkastokki leygarkvøldið verður tað við vælumtókta bólkinum Páll Finnur Páll.

 

Í fjør spældu Frændur á Ovastevnu, og sigast má, at fyrireikararnir av stevnuni hvørt ár leggja seg eftir at bjóða til forkunnugan dans í Nólsoy.

Hesaferð vera tað so Páll Finnur Páll, sum júst hava sett punktum fyri ársins Summar Festival, tá ið teir framførdu í Flags tjaldinum leygarkvøldið.