Ein tann populerasti bólkurin í Føroyum fyri tíðina er farin á pall á Gøtusandi.
So at siga allir ársins festivalgestir eru savnaðir á sandinum í Syðrugøtu í skrivandi stund. Fyri mong er Páll Finnur Páll høvuðsnavnið.
Regnið er komið framaftur, men tað tykist ikki at darva lívinum í fjøldini. Millum allar teir kendu slagararnar spæla Páll Finnur Páll eisini nakrar nýggjar sangir, sum væntandi koma út á fløgu seinni í ár.
Her eru nakrar myndir frá síðstu konsertini á sandinum í ár.