Páll Finnur Páll í hugnaligum umhvørvi

Fyri løtu síðani eru Páll Finnur Páll komnir av palli í Reinsaríinum, eftir eina sera hugnaliga konsert Tað var ein lítil áhoyrarafjøld, ið lurtaði eftir Páll Finnur Páll í Reinsarínum í kvøld. Men hóast áhoyrarafjøldin ikki taldi meira enn knapt 45, var talan um eina sera hugnaliga konsert.

 

Við løgum av øllunum trimum fløgunum hjá teimum, undirhildu teir lítlu, men lívligu áhoyrarafjøldini við sera góðum tónleiki.

 

Teir vístu, at teir rigga eins væl í einum lítlum og hugnaligur spælistaðið, sum Reinsaríið er, og á einum stóru palli. Tað var ein sera góð og intens konsert, har samskiftið millum tónleikarar og áhoyrarar var sera gott.

 

Um ein løtu fer Bet you are William á pall í Reinsaríinum, og í løtuni undirheldur Lena Andersen við sera góðum tónum í Miðlahúsinum.