Um Páll Fangi er FM vinnari ella ikki fæst ikki at vita fyrrenn seinni. Tann spurningurin skal avgerast á skrivaraborðinum.
Páll Fangi var fremstur beinanvegin, og Páll Fangi vann ein sera sannførandi sigur.
Strálan av Strondum var næstfremst fyri fyrstu ferð í ár.
Riddarin, Tvørabáturin, Smyril og Hósvíkingur hava verið fremstu kappingarneytarnir hjá Páll Fanga, men teir vóru ikki við í dag. Boykottið var mótmæli ímóti, at Róðrarsambandið ikki hevur tikið FM heitið frá Páll Fanga orsaka av listanum, sum fyrr í summar hevur verið umborð á Páll Fanga.
1 Páll Fangi 04:19.00
2 Strálan 04:25.17
3 Skúgvur 04:31.00
4 Húsfrúgvin 04:33.16
5 Lómur 04:33.23
6 Jarnbardur 04:35.10
7 Sølmundur 04:46.01
Endaliga støðan
1 Páll Fangi 49
2 Tvørabáturin 34
3 Riddarin 29
4 Smyril 26
5 Strálan 21
6 Skúgvur 19
7 Hósvíkingur 6
8 Húsfrúgvin 4
9 Lómur 4
10 Jarnbardur 3
11 Sølmundur 1










