Páll fór upp um hundrað

Hann hevði ikki skorað síðani á ólavsøku, men tá ið tað endiliga eydnaðist aftur, so var tað so sera sannførandi

Tað gekk sera skjótt, tá ið tað loksins eydnaðist hjá Páll A. Klettskarð at fáa undanvind við málskjótingini.

Hann hevði ikki skorað síðani ólavsøkudag og samlaða máltalið í landskappingini í ár var undan heimadystinum ímóti EB/Streymi í kvøld seks mál.

Hetta eru færri enn undanfarnu árini. Í fjør skoraði Páll 21 mál, í 2015 skoraði hann fimtan mál, í 2014 skoraði hann tólv mál, í 2013 skoraði hann tjúgu mál, og í 2012 skoraði hann 22 mál.

 

Í kvøld var hálið so stórt sum ongantíð áður í bestu deildini. Páll A. Klettskarð var ferfaldur málskjútti ´6-0 sigrinum ímóti EB/Streymi, og tað ber við sær, at hann nú hevur skorað 102 mál í Effo deildini.

 

-Tað var lætt at skora, tá ið uppleggini vóru so góð, sum tey vóru. Jóannes Bjartalíð og eg hava spælt ofta saman. Síðstu dystirnar hava Albert Adu og eg verið fremstir, og Jóannes hevur verið í høgru. Teir og aðrir leggja væl upp, og í kvøld eydnaðist tað væl hjá mær. Nú venda vit fokus ímóti Sarpugerði og Víkingi mikukvøldið, sigur Páll A. Klettskarð.

 

Eftir at hann í 2010 flutti aftur úr Keypmannahavn og til Føroya, spældi Páll A. Klettskarð við Víkingi í 2010 og 2011. Síðani 2012 hevur hann aftur verið í barndómsfelagnum, og mikukvøldið fara hann og hinir, sum í dag vunnu 6-0 ímóti EB/Streymi, at vitja Víking, sum í løtuni er væl fyri í kappingini at vinna FM.

 

Máltindurin

Klæmint A. Olsen 16

Adeshina Lawal 14

Patrik Johannesen 13

Búi Egilsson 10

Sølvi Vatnhamar 10

Páll A. Klettskarð 10